BirkBloggur: Kurpali er heiti á framsýning hjá Hanna Bjartalíð við tjúgu nýggjum verkum.
Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961, sigur Kinna Poulsen í innbjóðing til framsýningina, sum lat upp í dag.
- Men í dag er talan um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo