BirkBlogg: Systkinini Hanna og Mikkjal Davidsen úr Havn vunnu í kvøld 10.000 krónur fyri stuttfilmin 12 ár í kappingini hjá Klippfisk, sum byrjaði fríggjakvøldið klokkan seks, tá evnið "Meðan vit bíða" varð kunngjørt.
Kappingin endaði 48 tímar seinni, sunnukvøldið klokkan seks, tá dómsnevndin møttist og metti um allar teir 21 filmarnar, sum komu inn.
Partur av evninum var ein forðing, ið skuldi fatast sum ein spegil ella spegling.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo