BirkBlogg: Síðan kringvarpsmaðurin á fremmandamáli intervjúvaði stjóran á Listasavninum um innbrot og stuldur, hava svørthvítu høvuðstíðindini verið, at ein útlendingur er tikin red-handed í hvítum dýnujakka á svartastu nátt mitt í Havn.
Fyrsta eg hugsaði var, at hann er komin beint av Hvíldarheiminum, sum eru næstu grannahús, har mest selda krimisøga fer fram beint nú. Ella kann henda, at hetta er eitt prank um trygging og sjóngá, sum skeltið í Skálanum sigur?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo