– Joe Biden er ikki valbærur. Hann er veikur. Tað er sannleikin. Og tað er tí eg standi her.
Orðini eigur Dean Phillips, 55 ára gamal jødiskur kongressmaður og demokratur úr Minnesota, sum hevur tjent seg ríkan uppá brennivín og italskt ískrem.
Nú ætlar hann sær at gerast forseti í USA.
Og motivasjónin?
Hann ætlar sær at hindra, at ein «avoldaður» forseti skal tapa móti «hættiligasta manninum í USA.»
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo