Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Brúkaraumboðið: Í vikunum 37-40 gjørdi Brúkaraumboðið stakroyndir av tilvildarliga útvaldum vørum í tilboðsbløðum ella á heimasíðu hjá veitarum av gerandisvørum, klædnavørum og vælveruvørum á føroyska marknaðinum. Í summum føri var fyritøkan tilvildarliga útvald, og í øðrum føri hevði Brúkaraumboðið fingið fráboðan um, at prísirnir hjá fyritøkuni ikki vóru rættir.

Brúkaraumboðið bað fyritøkurnar um at skjalprógva príslækkingina, við at upplýsa upprunaprís á tilboðsvøruni, soleiðis at staðfestast kundi, um talan var um verulig tilboð. Eisini kannaði Brúkaraumboðið, um fyritøkan í minst seks vikur (fýra vikur fyri gerandisvørur) hevði havt marknaðarførdu tilboðsvøruna til sølu til upplýsta upprunaprísin. Víst skal vera á, at sum upprunaprís skal upplýsast tann lægsti prísurin, sum vøran hevur kostað tær síðstu 6 vikurnar (4 vikur fyri gerandisvørur). Um upplýsti upprunaprísurin ikki er rættur, er talan um villleiðandi marknaðarføring, sambært § 3 í marknaðarføringslógini. Sambært § 9, stk. 2 í marknaðarføringslógini, má útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast. Stakroyndirnar hjá Brúkaraumboðnum vístu, at ymiskt var hvussu fyritøkurnar megnaðu at skjalprógva upprunaprísin.

Stakroyndir av gerandisvørum
Brúkarumboðið setti seg í samband við Bónus Miðlon, Bónus Norðskála og Bónus Klaksvík, og bað um skjalprógv fyri upprunaprís á útvaldum tilboðsvørum. Brúkaraumboðið fekk upplýst frá søluleiðaranum, at prísirnir í handlunum eru miðstýrdir, og tí eru prísirnir fyri eina vøru teir somu fyri allar handlarnar. Brúkaraumboðið fekk avrit av vørukortinum viðvíkjandi teimum útvaldu tilboðsvørunum, og kundi staðfesta, at handlarnir megnaðu at skjalprógva upprunaprísin á tilboðsvørunum. Í øðrum lagi megnaðu handlarnir eisini at skjalprógva, at upprunaprísurin hevði verið hin sami fýra vikur undan tilboðnum. Brúkaraumboðið gjørdi tí ikki meira við málið.

Stakroyndir vórðu eisini gjørdar av Samkeyp á Strondum, Samkeyp á Tvøroyri, Samkeyp í Sandavági og Samkeyp á Eiði.
Samkeyp er eitt marknaðarføringssamstarv millum sjálvstøðugar handlar. Talan er tí ikki neyðturviliga um sama upprunaprís fyri tilboðsvøruna í øllum handlunum. Av hesi orsøk eru upprunaprísir ikki upplýstir í lýsingarblaðnum, men heldur verður upplýst, hvør minsta sparingin av einum tilboðið er í krónum.
Brúkaraumboðið fekk upplýst, at smærru handlarnir hava tí avbjóðing, at ikki allir hava telduskipanir, sum kunnu vísa upprunaprísin aftur í tíð. Tí var torført at lyfta próvbyrðuna fyri upprunaprísin av niðursettu vørunum fýra vikur undan tilboðnum. Summir handlar megnaðu als ikki at lyfta próvbyrðuna um upprunaprís fyri tilboðsvøru. Kortini kundu handlarnir á Tvøroyri og á Strondum leita fram kvittanir úr telduskipanini, ið vístu upprunaprísin á seldu tilboðsvøruni.

Klædnahandlar
Stakroyndir vórðu gjørdar av tilboðsvørum hjá klædnahandlunum Bob and Marilyn´s suitcase í Tórshavn og Vørðsluni í Fuglafirði. Hesar fyritøkur hava bæði nethandil og fysiskan handil. Eisini hjá hesum fyritøkum var tað ein avbjóðing at skjalprógva upprunaprís seks vikur undan tilboðnum, tí telduskipanin ikki hevur tann møguleikan. Vørðslan vísti tó á, at til bar at síggja upprunaprís á vøru, men bert um júst tann vøran varð seld yvir nethandilin seks vikur undan tilboðnum.

Vørðslan hevði eisini vøru, sum var lýst upp á tilboð, hóast vøran ongantíð hevði verið til sølu fyri upprunaprísin. Talan var í hesum føri um vøru, sum Vørðslan hevði fingið bíligari frá sínum veitara.

Brúkaraumboðið vísti á, at tá ein vøra bert verður seld fyri niðursettan prís, er talan ikki um eitt tilboð, men heldur um ein fastan lágprís. Brúkaraumboðið vísti á, at talan er um villleiðandi marknaðarføring, og skeiva prísupplýsing.

Brúkaraumboðið bað handilin um at rætta marknaðarføringina soleiðis, at talan ikki er um eitt tilboð, men heldur um fastan lágprís. Handilin hevur boðað frá, at tey hava broytt marknaðarføringina.

Manglandi telduskipan
Brúkaraumboðið metir, at tað hevur alstóran týdning, at eftirlit kann verða gjørt, og at brúkarin fær røttu upplýsingar, tá talan er um prís og tilboðsprís. Avbjóðingin við stakroyndunum var serliga viðvíkjandi manglandi telduskipan ella avmarkaðum funktiónum í telduskipanini hjá smærru handlunum. Brúkaraumboðið umhugsar, hvussu skipanin skal vera framyvir, tá stakroyndir verða gjørdar, og hevur boðað Samkeyp og klædnahandlunum frá, at mannagongdirnar fyri stakroyndir verða broyttar, og at nýtt eftirlit av gerandis- og klædnavørum verður gjørt seinni.

Vælveruvørur
Tá talan er um vælveruvørur, gjørdi Brúkaraumboðið stakroyndir av gávueskjum, sum vóru á tilboð á heimasíðuni hjá Madame Vælveru í Klaksvík. Brúkaraumboðið fekk upplýst, at upprunaprísurin fyri gávueskjurnar, var hin sami sum tilboðsprísurin. Gávueskjurnar hava sostatt ein prís, sum tær kosta alt árið. Tá vørur verða settar saman í gávueskju, eru tær vanliga bíligari, enn um brúkarin skuldi keypt vørurnar hvør sær. Brúkaraumboðið vísti á, at tá ein vøra er niðursett alt árið, er talan ikki um eitt tilboð, men heldur um ein fastan lágprís. Brúkaraumboðið vísti á, at talan er um villleiðandi marknaðarføring, og skeiva prísupplýsing.

Brúkaraumboðið bað handilin um at rætta marknaðarføringina soleiðis, at talan ikki er um eitt tilboð, men heldur um fastan lágprís. Handilin hevur boðað frá, at tey hava broytt marknaðarføringina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo