Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Vøruútflutningurin minkaði við meira enn 1 mia. kr. í 2020, orsakað av Covid-19, meðan vøruinnflutningurin var nærum óbroyttur. Handilsjavnaavlopið minkaði tí niður í 300 mió. kr. Men í 2021 vaks handilsjavnaavlopið aftur til 770 mió. kr.

Myndin niðanfyri vísir handilsjavnan. Handilsjavnin vísir gongdina í uttanlandshandlinum við vørum. Handilsjavnaavlopið minkaði frá 1,3 mia. kr. í 2019 til 270 mió. kr. í 2020 í sambandi við sølutrupulleikarnar orsakað av Covid-19. Vøruútflutningurin minkaði sostatt við 1 mia. kr. í 2020, meðan innflutningur var nærum óbroyttur. Í 2021 kom handilsjavnaavlopið upp aftur á 770 mió. kr. 

Fyri 10 árum síðan lá handilsjavnin um 300 mió. kr., men frá 2010 eru útflutningsinntøkurnar farnar úr 4,7 mia. kr. upp í 10,1 mia. kr. í 2021, tað vil siga ein øking á 115%. Hetta hevur ført til eitt støðugt avlop á handilsjavnanum seinastu árini. Árini 2017-2021 hevur avlopið verið góðar 800 mió. kr. í miðal. Høvuðsorsøkin til vaksandi útflutningin seinastu 10 árini, er vaksandi útflutningur av uppsjóvarfiski og størri útfluttari nøgd av alifiski saman við stórum prísvøkstri á aldum laksi.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo