Summar Festivalurin: Í vikuni hitti reportarin hjá Summar Festivalinum sangaran og gittaraspælara í rockbólkinum Hamradun, tá ið teir stóðu við tráðu í Trongisvági.
Hamradun spælir á Summar Festivalinum í ár, og framførslan verður á Vágsbø fríggjakvøldið.
– Vit spældu á Vágsbø í 2018, og tað var fantastiskt. Fólk vóru við allan vegin. Har er gott publikum at spæla fyri, sigur Pól Arni Holm, sangari í Hamradun.
Uni Debess, gittarspælari, sigur at bólkurin hevur valt rockkendar og sangvinarligar sangir til framførsluna á Vágsbø.
Her ber til at síggja video-samrøðu við Hamradun:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo