Í morgin verður frískur vindur av suðri, turt og hitin um 7 stig.
Týsdagin upp í ein strúk av landsynningi, hitin um 7-8 stig og kanska okkurt æli um kvøldi, annars turt.
Mikudagin verður bert eitt gul av ymsum ættum, men tað verður kaldari, niður í 2-3 stig um kvøldi og avfall, partvís sum vátaslettingur.
Hósdagin frískar hann vindin aftur, tað verður regn ella ælaveður men eisini sólglottar og hitin um 5 stig.
Fríggjadagin gul av vestri fyrst, síðani av eystri, okkurt æli fyrrapartin, annars turt, hitin um 5 stig.
Næsta vikuskifti verður fyrst góðveður leygardagin, turt og mestsum stilli, sunnudagin upp í strúk ella hvassan vind av útnyrðingi, hitin alt vikuskiftið ímillum 2 og 5 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo