Í dag, 22. mars, kemur Hamferð við nýggjari útgávu, ið nevnist “Men Guðs hond er sterk”.
Plátan tekur íblástur úr Skaðagrindini í Sandvík; ein lagnuhending hin 13. februar í 2015, har 14 hvalbingar og sandvíkingar lótu lív í grindadrápi.
Løgini á plátuni eru ímyndir av ymiskum upplivingum, ið kunnu vera knýttar at eini slíkum sorgarleiki, og eru tey sera fjølbroytt við bæði kendum og nýggjum tulkingum av ljóðmyndini hjá Hamferð.
Í samband við útgávundagin hevur Hamferð tiltak í Tutl-handlinum í Havn kl. 16:30, har møguligt verður at hitta limir.
Afturat plátuni hevur Hamferð givið videolagið til "Marrusorg" út í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo