Um allir palestinskir fangar í ísraelskum fongslum sleppa leysir, so vil Hamas lata teir 220 gíslarnar sum vórðu tiknir 7. oktober leysar.
Tað hevur ein av leiðarunum í Hamas, Yahyha Sinwar sagt, sambært Al Jazeera og Times of Israel.
Umbýtið av fangum kann henda beinanvegin.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur sagt, at hetta er ein møguleiki, sum teir í løtuni hava á borðinum, uttan at hann vildi siga meira nágreiniligt, hvat hann meinti við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo