Sambært The Guardian og Al Jazeera er ein sendinevnd frá Hamas komin til Kairo í kvøld, skrivar NRK.
Forsætisráðharrin í Ísrael Benjamin Netanyahu sigur at hann hevur vegleitt ísraelsku sendinevndina um «ikki at víkja í krøvunum um leyslating» av ísraelsku fangunum í Gaza, skrivar Danmarks Radio.
Eisini CIA-stjórin William Burns er í Kairo fyri at styðja uppundir samráðingarnar um vápnahvíld og fangaumskifti, sambært Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo