Triði bólkurin av gíslum er latin leysur úr klørnum á Hamas. Tað hendi sunnudag lokala tíð.
Millum teir 17 gíslarnar er ein fýra ára gamlan smádrongur, sum Hamas gjørdi foreldraleysan undir álopinum 7. oktobur.
Báðir partar hava sagt seg sinnaðar at leingja vápnahvíldina og halda fram við at lata fleiri gíslar leysar, millum annað afturfyri palestinar sum sita fangar í ísraelskum fongslum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo