Ein vápnahvíld í Gaza er í eygsjón. Tað sigur ein av mest týðandi leiðarunum í politiska veinginum av yvirgangsfelagsskapinum.
Ismail Haniyeh býr í Qatar, har teir flestu oddafiskarnir í Hamas halda til, og tað er júst Qatar sum hevur staðið fyri royndunum at fáa vápnahvíld í lag. Hann sigur ikki meira um smálutirnar, men herfyri nevndi Washington Post tað sama, og tá bleiv sagt, at avtalan innibar at flestu gíslarnir sum eru kvinnur og børn skulu leyslatast afturfyri pausu í bardøgunum í fimm dagar. Hesar dagarnar skal neyðhjálp eisini hava frítt at fara inn í Gaza.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo