Hamas sigur seg í nátt hava fingið eitt uppskot um vápnahvíld frá Ísrael og fer at hyggja upp á tað, áðrenn svar verður givið.
Í fráboðanini um uppskotið frá Ísrael, sigur islamistiski felagsskapurin ikki nakað um innihaldið í uppskotinum ella um treytir, ið settar vera. Fyrr hevur Ísrael kravt at allir gíslarnir sum vórðu tikinir undir álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober verða leyslatnir, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo