Uttanríkisráðharrin í Iran, Hossein Amir-Abdollahian, sigur í kvøld, at Hamas-leiðarar eru sinnaðir at leyslata sivilar gíslar til Teheran, skrivar DR.
Hann leggur afturat, at umheimurin má stuðla at 6000 palestinskir fangar verða leyslatnir.
Hetta segði hann undir einum fundi í ST-trygdarráðnum, skrivar Reuters.
Men hatta er ikki nakað sum Hamas hevur váttað, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo