Eftir at forsetin í USA, Joe Biden, boðaði frá einum ísraelskum uppskoti um vápnahvíld, sigur Hamas seg sambært Reuters vera positivt viðvíkjandi øllum uppskotum sum viðvíkja eini vápnahvíld og at Ísrael tekur seg aftur úr Gasageiranum.
Í uppskotinum, sum sambært USA er sent til Hamas hósdagin, verður skotið upp ein vápnahvíld í seks vikur fyrst, at Ísraeld tekur sínar deildur úr úr økjum har fólk búgva og at Hamas leysletur gíslar fyri palestinar sum eru fangar í Ísrael, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo