Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Islamistiski yvirgangsfelagsskapurin Hamas hevur aftur í dag skotið fleiri rakettir eftir málum í Ísrael. Ísraelskir miðlar skriva, at skaðin var ikki stórur, hvørki tann materielli ella fólkaskaðin. Sum skilst fingu tvey fólk smávegis skaða.

Men fleiri serfrøðingar undrast og vísa á, at hetta var ein sera illa umhugsað avgerð hjá Hamas, sum hevur megnað at vent einum stórum parti av heimssamfelagnum ímóti Ísrael, sum hevur vart seg ímóti Hamas síðani yvirgangsatsóknina 7. oktobur í fjør.

- Hamas skuldi bara sitið í frið og bíða, tí tíðin arbeiddi fyri teir. Og so gera teir hetta. Talan má vera um óalmildeliga illa uhugsað átak, tí hetta var ein gáva til Benjamin Netanyahu, sigur serfrøðingurin Frederik Harhoff, sum er professari við Syddansk Universitet við Politiken.

- Nú fer hann við góðari grund at siga, hygg, hvat segði eg, vit noyðast at verja okkum og okkara fólk ímóti Hamas, og kunnu ikki gevast, fyrr enn hesin yvirgangsfelagsskapurin ikki er til longur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo