Á støddfrøðiligu olympiaduni í ár við yvir 100 luttakandi londum vann ein á íslendska liðnum bronsjumedalju.
Hann var Elvar Wang Atlason. Móðir hansara er tannlæknin Elin Svarrer Wang úr Føroyum.
Úrslitið er eitt tað besta, sum íslendska liðið er komið heim við.
Kappingin er fyri at elva hugin hjá unglingum at takast við støddfrøði.
Hetta var 59. ferð at kappingin fór fram, og hesaferð var hon í Rumenia.
Á hvørjum liði kunnu vera 6 luttakarar, og tilsamans einir 600 kappaðust.
Morgunblaðið krivar um kappingina - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo