Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Sum liður í at dagføra UEFA A- og UEFA B-venjaraprógvini hjá føroyskum venjarum, ið hava tikið sína venjaraútbúgving umvegis Fótbóltssamband Føroya, skipar FSF á hvørjum ári fyri ymiskum impulsskeiðum.

Eitt av hesum var á Tórsvølli fríggjadagin, har danin, Nils Nielsen undirvísti.

Nils Nielsen er 52 ára gamal, og hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari. Sum ungur arbeiddi hann nógv við talentmenning í donskum feløgum, og var í nógv ár knýttur at fyrst FC Keypmannahavn og síðani Brøndby IF.

Harafturat hevur Nils Nielsen eisini royndir sum landsliðsvenjari í Danmark, Kina og í Sveis. Hæddarpunktið mundi vera í 2017, tá hann leiddi danska kvinnulandsliðið í EM-finaluna.

– Tað er altíð spennandi at síggja, hvat aðrir venjarir hava at bjóða, og mangan koma teir við onkrum, sum man ikki hevur sæð áður. Á slíkum impulsskeiðum fær man eisini samband við nógvar aðrar føroyskar venjarar, og er tað eisini við til at geva nýggjan íblástur, sigur Agnar Prestá, ið hevur A-venjaraprógv, og sum var millum luttakararnar um vikuskitfið.

Umframt at hava verið venjari, hevur Nils Nielsen seinastu 20 árini verið venjarainstruktørur hjá DBU, og afturat tí hevur hann farnu tíggju árini eisini havt ymsar uppgávur fyri UEFA og FIFA, við denti á at menna gentu- og kvinnufótbóltin kring heimin.

Sí myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo