Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Gera vit ikki hetta, so missa vit alla vón! Soleiðis siga fyrireikararnir til risastóru mótmælisgongurnar, sum hava verið í fleiri ísraelskum býum seinastu nógvu dagarnar. Teir halda uppá, at útivið ein hálv millión fólk hava verið við, tá tey hava verið flest.

Fremsta endamálið er at fáa gíslarnar, sum enn eru á lívi, heim til Ísrael. Men so vilja tey eisini vísa á, at tey halda, at ísraelska stjórnin við forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu, ella Bibi, sum ísraelar siga, á odda, hevur eina óneyðuga harðrendan framferðarhátt, sum kostar nógvum palestinensarum lívið.

Mótmælisgongurnar byrjaðu av álvara, tá ísraelski herurin herfyri fann seks gíslar, tiknar av døgum av Hamas. Nógv halda, at gíslarnir kundu verið á lívi í dag, um stjórnin í Ísrael vísti størri vilja til at samráðast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo