BirkBloggur: Fyri fullum húsum sungu og spældu Hallur og Kristina í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í gjárkvøldið. Ein tvídupult stjørnustund.
Pauli spældi bass og sang kór saman við Beddi, sum hevði brotið hondina, og tí ikki kundi spæla gittar. Men lukkutíð fyri okkum, ið upplivdu løtuna, ikki bara við hansara góða kórsangi saman við Paula, men sum a double bill slapp Janus Kampmann úr The Reverends at spæla gittar til høvið, bæði akustiskan og elektriskan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo