BirkBloggur: Lívið er ein lítil løta er heitið á fimtu útgávuni hjá Halli Joensen. Heitið er tikið úr einum av seks sangunum hjá Jákup Zachariassen, sum Niclas Johannesen í hesum føri hevur sett orð til. Sangirnir á nýggju fløguni hjá Halli eru tólv, sum í fýra førum hava støði í útlendskum sangum, ið eru fluttir í føroyskt mál.
Umframt Niclas eru føroysku tekstahøvundarnir Martin Joensen, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen, Páll Isholm, Eyðun Nolsøe og Niels Petur Nolsøe. Jákup Zachariassen, sum eisini hevur framleitt, eigur flestu løgini, meðan Hallur sjálvur eigur tvey.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo