Halla Tómasdóttir vann forsetavalið í Íslandi sum var í gjár, og hon er sostatt sjeyndi forseti Íslands.
Forsætisráðharrin Katrín Jakobsdóttir stillaði eisini upp, men hon var ikki vald, hóast veljarakanningarnar spáddu henni eitt gott val.
Halla Tómasdóttir fekk 34,3% av atkvøðunum og Katrín Jakobsdóttir fekk 25.5%. Triðflestar atkvøður fekk Halla Hrund Logadóttir, hon fekk 15.5% av atkvøðunum. Onnur sum stillaðu upp vóru Jón Gnarr, Baldur Þórhallsson og Arnar Þór Jónsson.
Valluttøkan var 80,8%, sum er tað mesta síðani 1996, skrivar Iceland monitor.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo