Partafelagið P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði hevði hall uppá stívliga 12 milliónir krónur í fjør. Tað skal samanberast við vinning uppá 3,2 mió kr árið frammanundan. Bruttovinningurin hjá felagnum minkaði um somu tíð úr 22 mió kr í 2020 til 8 mió kr í fjør, samstundis sum starvsfólkakostnaðirnir vuksu við tveimum mió kr og endaðu á 20,5 mió kr. 70 fólk høvdu sína dagligu gongd hjá felagnum í fjør, í mun til 64 fyrraárið.
Í frágreiðingini sigur leiðslan, at hon er ikki nøgd við úrslitið, og leggur afturat, at helst verður tað nakað verri í ár, tí kappingin harðnar og kvoturnar broytast.
Í yvirlitinum hjá Vinnuvitan sæst, at úrslitini hava verið sera ymisk seinastu árini. Úr vinningi á 30 mió kr í 2012 til hall á 19 mió kr okkurt árið. Miðalúrslitið eftir skatt seinastu 18 árini hevur verið 3,2 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigar við ársbyrjan við 230 mió kr, eginognin er bert 15 mió kr.
Tað eru niðurlendingar sum sita við borðendan í Kollafirði. Stjóri er Dirk-Jan Parlevliet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo