Eg hugsi mangan, hvar eg sjálv hevði verið uttan vælferðarsamfelagið. Fyri mín part fekk eg møguleika at fáa eina útbúgving og harvið fylgja mínum dreymum. Henda møguleika ynski eg, at mínir ommusynir eisini fáa. Vit gera ikki sjálvi av, hvørjar umstøður vit verða fødd í, men vælferðarsamfelagið skal geva okkum umstøður til at skapa okkum ta framtíð, vit sjálvi ynskja okkum.
Vit, sum hava fingið so nógv frá vælferðarsamfelagnum, hava eina skyldu at gera tað ið vit megna at tryggja okkara eftirkomarum somu møguleikar.
Haldføri snýr seg um at tryggja eitt gott og samhaldsfast vælferðarsamfelag fyri okkara eftirkomarar. Orðið haldføri verður javnan nýtt sum eitt ófrættakent og teknist hugtak, sett upp við so nógvum tølum, at vit missa fatanina av, hvat tað veruliga snýr seg um.
Fyri at skera tað inn á bein: í 2064 koma tað at mangla 2 milliardir krónur (í dagspengum) á fíggjarlógini, skulu vit halda fast í verandi vælferðarstøði. Í dag kostar vælferðarsamfelagið okkum 7,2 milliardir krónur, so 2 milliardir krónur svara til ein góðan fjórðing.
Vit síggja hvønn dag, at okkara vælferðarsamfelag longu nú skinklar. Vit mangla starvsfólk til at vera um børnini, meðan foreldrini arbeiða, nógv børn og ung við serligum tørvi fáa ikki øll tey tilboðini, tey hava uppiborið, og tað eru eisini stórar avbjóðingar innan eldraøkið.
Tí mugu týðandi broytingar gerast fyri at tryggja, at okkara børn og ommubørn eisini kunnu fáa somu møguleikar, sum vit onnur hava fingið. Kortini mugu broytingar gerast viti og skili, soleiðis at vælferðin ikki rýkur í svinginum.
Mugu endurskoða bæði inntøkur og útreiðslur
Tá Búskaparráðið legði fram frágreiðing um haldføri herfyri var meiri ella minni bara ein loysn, nevniliga at hækka pensjónsaldurin til 74 ár í 2064. Tað er valla nøkur ósemja um, at vit hava stórar avbjóðingar við at fíggja okkara vælferðarsamfelag í framtíðini, um vit bara lata standa til. Men at tað bara finst ein loysn, tað eru vit ikki samd um.
At hækka pensjónsaldurin kann vera ein partur av loysnini, men tað er ikki øll loysnin – og tað má aldrin standa einsamalt. Tað er ikki haldført at arbeiða so nógv, at alsamt fleiri skulu slítast upp. Tí eiga vit at styrkja skipanina fyri tey, sum eru niðurslitin. Í dag ber til at søkja um framskundaða pensjón, har treytin er, at ein kann fara frá 3 ár áðrenn pensjónsaldur. Hetta markið kundi verið hækkað til fýra ár. Ein annar møguleiki er at endurskoða skipanina, so hon tekur hædd fyri, nær ein byrjar at arbeiða, tí tað er munur á at hava arbeitt á flakavirki alt sítt lív og einum arbeiði, ið ikki er kropsliga slítandi.
Orsøkirnar til, at vit koma at mangla pening í 2064, er, at vit gerast alsamt fleiri, ið eru 80 ár og eldri, samstundis sum tað verða alsamt færri á arbeiðsmarknaðinum. Ein onnur orsøk er forskattingin av pensjónunum, ið merkir, at peningurin, ið vit skuldu hava til vælferð í framtíðini, verður brúktur longu nú.
Ein partur av loysnini er, at okkara samfelag dregur barnafamiljur og tey ungu til sín. Fyri at náa hesum, er neyðugt, at tey ungu velja Føroyar til og at tað er liviligt hjá barnafamiljum.
Vit noyðast endurskoða bæði inntøkur og útreiðslur. Samhaldsfasta samfelagið leggur dent á, at breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar. Tí hevur samgongan eisini tikið stig til taka meiri inn frá uppisjóvar- og alivinnuni, sum seinastu árini hava havt stór yvirskot, at geva útaftur í vælferð.
Fyri okkum í Javnaðarflokkinum er tað altavgerandi, at vit megna at menna og styrkja okkara vælferðarsamfelag, eisini í framtíðini. Skal vælferðarsamfelagið vera lív lagað í framtíðini, mugu vit lyfta hesa avbjóðingina í felag og samhaldsfast – vinna, borgarar, og ung sum gomul.
Vit noyðast øll at geva eitt sindur.
Eyðgunn Samuelsen,
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í fíggjarnevndini
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo