Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: - Ein grundarsteinur undir at hava eitt haldført samfelag er, at vit hava nakrar skipanir, sum tað standa meira enn 17 tingfólk aftanfyri.

Tað segði løgtingslimurin, Erhard Joensen, tá uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at seta eina bygnaðarnevnd var til 2. viðgerð í dag.

Erhard Joensen vísti m.a. á, at endamálið við uppskotinum var at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið, at betra samstarvið og samskipanina millum tað almenna og vinnuna, at betra um búskaparliga haldførið í samfelagnum og at tryggja eitt kappingarført samfelag.

Stóri búskaparvøksturin seinastu 10 árini hevur uttan iva havt við sær, at vit hava sloppið okkum undan at gera neyðugar bygnaðarbroytingar o.a. Vit kunnu nú ikki longur ignorera trupulleikar og avbjóðingar í samfelagnum, sum krevja nakað av politisku skipanini.

Vit fara heilt einfalt ikki at hava fíggjarliga orku at halda fram við núverandi samfelagsbygnaði og skipanum, ella halda fram við at kompensera við pengum ístaðin fyri at fremja neyðugar nýskipanir og samstundis varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Hóast uppskotið fall, so rósti landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, taluni hjá Erhardi Joensen, og fer hon at nýta tilfarið í uppskotinum hjá Sambandsflokkinum til eitt líknandi uppskot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo