Teir ætla at halda eini grind til í Hvannasundi nú um eina løtu.
Brimil fann grindina norðanfyri seinnapartin, men teir hava bíðað við at reka hana ímóti landi til eftir kappróðurin sum hevur verið í Klaksvík í dag, nú Norðoyastevna er.
Jens Jensen, sýslumaður, sigur, at tað er eitt sindur trupult at meta um, hvussu stór grindin er. Men sum skilst er hon helst minni enn 100 hval.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo