Løgreglan í Fraklandi hevur lagt hald á 72 skotvápn hjá filmssjónleikaranum Alain Delon.
Tað skrivar franski miðilin Le Monde.
´´a ognini hjá 88 ára gamla Delon í Douchy-Montcorbon, 135 kilometrar sunnan fyri París, var eisini ein skotbreyt, sambært DR.
Le Monde skrivar at Delon ikki hevur nakað loyvi at hava skotvápn.
Delon hevði høvuðsleiklutin í filmum sum Borsalino og Le Samouraï í 60-unum og 70-unum.
Í 2019 fekk hann Palme d'Or á filmfestivalinum í Cannes.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo