Í dag kemur ”Hvat er demokrati?” eftir guðfrøðingin Hal Koch út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út.
Hal Koch var umframt guðfrøðingur eisini professari í kirkjusøgu. Og nú er kendasta verk hansara flutt yvir í føroyskt mál.
Bókin kom út beint eftir seinna heimsbardaga og er eitt beinleiðis úrslit av fylgjunum, sum kríggið fekk fyri mong menniskju.
Sambært Hal Koch snýr fólkaræði seg um at luttaka og at skifta orð. Sjálv tilgongdin at tosa um mál hevur týdning og minni atkvøðugreiðslur.
Eitt støðugt og gott demokratiskt samfelag hevur djúpar røtur í vanliga gerandisdegnum hjá fólki - frá skúlum til felagsskapir og ítróttarfeløg. Hal Koch sigur: ”Tað er tað vekjandi, upplýsandi og uppalandi arbeiðið, sum treytaleyst hevur størstan týdning í einum fólkaræðisligum samfelagi - tað hevur størri týdning enn tað, sum fer fram í Tinginum”.
Hetta er seytjanda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.
Bókin er 122 bls.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo