Húsarhaldsskúli Føroya: Mánadagin 07.11.2022 kl. 14:30 bjóðar Húsarhaldsskúli Føroya til hátíðarløtu í samband við at hakin verður settur í fyri byggingini av nýggjum húsarhaldsskúla á Biskupsstøð.
Skráin:
- Jóhanna á Tjaldrafløtti bjóðar vælkomin, ber fram røðu og setur hakan í
- Bjóðað verður inn í kappróðararneysti til ein drekkamun
- Svend Siverstsen arkitektur frá Fuglark greiður frá verkætlanini
- Karl H. Johansen ber fram røðu
Øll eru hjartaliga vælkomin og vóna vit at síggja nógv fólk til hesa hátíðarløtu.
Nýggi skúlin við vistaparti verður áleið 2100 fermetrar til støddar og tilboðsupphæddin er 53 mió. kr.
Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon og byrjar arbeiði at byggja skúlan og vistarpartin beinanvegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo