Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(mynd: Hagstovan)

(mynd: Hagstovan)

(mynd: Hagstovan)

Hagstovan: Í 2023 vóru 32.655 fólk í føroysku arbeiðsmegini, sum er ein vinnutíttleiki á 83,9%. Vinnutíttleikin í Føroyum hevur verið tann størsti í Evropa í nógv ár, við Íslandi næst aftanfyri.

Arbeiðsmegin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru búsitandi í Føroyum og eru millum 15-74 ár. Seinastu kanningarnar hava víst, at vinnutíttleikin er høgur í øllum aldrum, frá ungum til tey eldru.

Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.300 fólk uppringd av Hagstovuni, ung sum eldri. Telefonnummarið hjá Hagstovuni, sum ringt verður út við, er 352828.

Hagtølini um arbeiðsmegi verða gjørd í samsvar við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við tølini hjá hagstovum í øðrum londum.

Tú kanst lesa meira um kanningina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo