Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Málið um gongd í haga er óloysiliga knýtt saman við, at vit hava valt at hava eina óskipaða hópferðavinnu í Føroyum. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at trýstið á føroysku náttúruna er vorðið ovurstórt í nøkrum økjum, eins og ávísar bygdir eru hart raktar av ferðavinnuni. Harafturat er ferðslan í haganum hjá føroyingum eisini munandi økt hesi seinastu árini.

Til fyri fáum árum síðani var ferðslan í føroysku høgunum rættuliga avmarkað. Tá fólk fóru ein hagatúr, var sum oftast farið í ein haga í teirra egnu bygd, ella ein túr eftir eini bygdagøtu. Gongufeløgini tóku seg upp fyri eini 40 árum síðani, og tá var eisini gingið gjøgnum fleiri hagar og markatalsbygdir. Tey, sum høvdu ábyrgdina av gongufeløgunum, bóðu tó altíð um loyvið áðrenn farið varð ein gongutúr.

Trupulleikin er nýggjur
Hagarnar eru í dag skipaður á sama hátt sum partafeløg, har eigararnar eiga eitt ávíst lutfall av haganum. Óðalsjørðin er umleið 45% av markatalinum, meðan kongsjørðin er á leið 55%. Festarar av kongsjørð eru javntsettir við óðalseigarar í øllum lutum í sambandi við lunnindi og brúkið av haganum, men hava tó ikki rætt til at keypa og selja jørð. Um annað brúk skal verða av ávísum høgum, kann hetta ikki lógliga gerast uttan at hagin hevur góðtikið tað. Er talan um inntriv, sum hava broytingar við sær fyri brúkið av haganum, skal tann sum fremur inntrivið gjalda endurgjald fyri hetta. Sostatt kann ongin loysn fáast á málinum um hagagongd, um ognarrætturin hjá óðalsfólki og festarum ikki verður virdur.

Gongd í haga hevur verið regulerað við lóg líka síðan seyðabrævið, og er tað framvegis. Heilt upp til fyri eini 10-15 árum síðani, hevur henda reguleringin verið vird á tann hátt, at gingið hevur ikki verið í haganum hjá øðrum bygdum enn heimbygdini, uttan at spurt hevur verið um loyvi frammanundan.

Tann fyrsta stóra broytingin kom tó í, tá tað brádliga gjørdist eitt frítíðarítriv millum nøkur fólk at ganga niðan á øll tey 340 fjøllini í Føroyum. Síðani tá hava vit altsamt meira hoyrt um ein “ómissandi og hevdsvunnan rætt” hjá øllum til at ganga allastaðni í haganum, hóast veruleikin er beint tann øvugti. Tí øll hava ikki rætt til at ganga allastaðni, og hava ongantíð havt tað. Frægari bleiv tað ikki, tá Visit Faroe Islands tók tráðin upp, og upplýsti ferðafólki at tey høvdu rætt til at ganga allastaðni í høgunum.

Skal koma øllum landinum til góðar
Kjarnin í stríðnum um gongd í haga er, hvør skal fáa ágóðan av ferðavinnuni í føroysku náttúruni og hvussu henda skal skipast. Skal inntøkan liggja hjá útlendskum ferðaskrivstovum og teimum stóru føroysku flutningsfyritøkunum og operatørunum, ella skal ágóðin fella lokalt til íbúgvararnar í økjunum har ferðafólkini fara. Higartil hava teir stóru operatørarnar ígjøgnum Visit Faroe Islands hildið rimmarfast uppá, at mesti ágóðin skal í teirra lummar, ella skal liggja eftir hjá teim útlendsku ferðaskrivstovunum. Hetta verður gjørt við kravinum um, at øll hagagongd skal verða ókeypis fyri øll, og at ongar lokalar gjaldsskipanir mugu gerast. Í seinastuni er hetta tó broytt til, at eitt ávíst avgjald á ferðaseðlar møguliga kann góðtakast, men onki verður sagt um, hvør skal umsita hetta gjaldið og hvør skal hava ágóðan av tí.

Bóndafelag Føroya og Óðalsfelag Føroya kunnu undir ongum umstøðum góðtaka nakra aðra loysn enn, at gjaldið fyri vinnuliga ferðslu í høgunum skal fella í fyrsta liði. Tað vil siga, at gjaldið skal fella beinleiðis til tey sum varða av høgunum. Til hetta hava Óðalsfelagið og Bóndafelagið stovnað P/F Jarðir, sum kann standa fyri allari innkrevjing vegna jarðareigararnar, um hagarnar ynskja hetta.

Skipað viðurskifti eru neyðug
Nú gongd aftur er komin á ferðavinnuna aftaná korona-stongsilin, er tað vorðið greitt fyri altsamt meira fólki, at tann óskipaða ferðslan í høgunum ikki kann halda fram. Bygdagøtur eru í fleiri førum blivin til stór runudýki, heiðafuglurin rímir undan nógvu ferðsluni og minkar í stórum, og nærum hvørja viku hoyra vit at tilbúgvingin er sett í verk, tí onkur antin hevur meitt seg, ella gingið seg í óføri í fjøllunum. Har sum mesta ferðslan er, er eisini vorðið munandi truplari at fáast við vanliga raksturin av høgunum, tí seyðurin er vorðin ov vanur við fólk.

Bygdagøturnar hava fyrr verið lógligar almennar farðleiðir fyri ferðslu millum bygdir. Men tað er sera ivasamt, um hetta kann umdefinerast til, at tær eisini eru lógligar farðleiðir fyri stóra streymin av ferðafólki, sum dagliga ganga eftir teimum og hava kleyrað fleiri teirra upp til runudýki. Neyðugt er tí at taka eina serstaka støðu til ferðsluna eftir bygdagøtunum og viðlíkahaldið av teimum. Tí verandi støða kann í øllum førum ikki halda fram.

Vit noyðast eisini at fáa meira skipað viðurskifti, fyri at sleppa undan teim nógvu vandastøðunum og leitingum, sum altsamt meira koma fyri í fjøllunum. Um biðið verður um loyvi at fara í hagan áðrenn farið verður, kunnu viðkomandi fólk eisini fáa eina vegleiðing um, hvar tey kunnu ganga og hvar vandi kann verða á ferð. Ferðafólk eiga somuleiðis ikki at sleppa í hagan uttan ein føroyskur ferðaleiðari, sum kennir tey lokalu viðurskiftini, er við teimum. Hetta er vanligt í viðbreknari náttúru aðrastaðni, og eigur sjálvandi eisini at verða galdandi hjá okkum. Harumframt vil ein betri fyriskipan av ferðsluni elva til, at árinini á náttúru, fuglalív og á brúkið av høgunum verða minst møgulig.

Niðurstøðan hjá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum er tí, at ferðslan í høgunum skal skipast eftir hesum meginreglunum:

- Ferðafólk og vinnulig ferðsla í høgunum gjalda fyri hetta í fyrsta liði.

- Árinini á verandi brúk av høgunum skal verða minst møguligt.

- Árinini á lendi og fuglalív skal verða minst møguligt.

- Sleppast má undan vandastøðum.

- Staðfestast skal, hvør hevur viðlíkahaldsábyrgdina av almennu bygdagøtunum.

Stórt sæð allar tær neyðugu fyriskipaninar kunnu gerast innan verandi jarðarlóggávu, og tað gevur tí onga meining at tosa um nýggja lóggávu um gongd í haga. Í staðin eigur ein avtala at verða gjørd millum avvarðandi politiska myndugleikan og umboð fyri festarar og óðalsfólk. Einasta neyðuga nýggja fyriskipanin er ein staðfesting av, hvør hevur viðlíkahaldsábyrgdina av bygdagøtunum. Í henni kundi eisini verið ásett, hvussu ferðslan hjá ferðafólki eftir teimum skal skipast, og um eitt nýtslugjald eisini skal ásetast, sum fellir til tann sum hevur viðlíkahaldsskylduna av bygdagøtunum.

Vit sum búgva í Føroyum skulu sjálvandi kunna fara ein túr í hagan. Men bæði vegna trygdina og raksturin av høgunum annars, eiga fólk at biðja um loyvi áðrenn farið verður til fjalls. Hetta kann gerast ígjøgnum eina lætt umsitiliga skipan, sum verður galdandi fyri allar hagar sum hava meldað til hana. Hvussu skipanin verður gjørd tekniskt, er ein samráðingarspurningur millum Bóndafelagið og Óðalsfelagið øðrumegin, og avvarðandi politiska myndugleikan hinumegin. Her eru longu onkur praktisk fordømi, sum kunnu brúkast.

Virðing og samstarv er vegurin fram
Ein av størstu styrkjunum í tí føroyska samfelagnum er, at tað siðbundna samfelagið livir við síðuna av nútímans samfelagnum. Vit kunnu framvegis fara á flot ella á seiðaberg at fáa okkum eitt kók, tað ber framvegis til at fara eftir náta tá tann tíðin er, og vit drepa framvegis grind. Somuleiðis liva nógvir siðir enn, sum eru heftir at jørðini. Fólk kunnu hava nakrar seyðir gangandi í haganum ella á einari trøð, til ber gera sær eina eplaveltu, onkustaðni verða bjørgini søkt, og møguligt er somuleiðis at fara ein harutúr ella ein túr við sílatráðuni undir skipaðum viðurskiftum. Eisini er gjørligt at takast við vinnuligan landbúnað, hóast eina rúgva av ótíðarhóskandi skipanum framvegis eru tengdar at hesi vinnuni.

Tað er sera umráðandi fyri okkum sum fólk, at ferðavinnan ikki sleppur at taka okkara mentunarliga siðararv av fótum, men í staðin verður ein náttúrligur vinnuvegur, sum kann liva lið um lið við okkara gerandismentan. Hetta krevur tó, at vit skipa ferðavinnuna soleiðis, at hon kann verða ein náttúrligur partur av gerandislívinum kring alt landið, í staðin fyri at troðka alt annað burtur. Tí er sera umráðandi, at ferðafólk ikki kunnu fara í hagan uttan ein autoriseraðan føroyskan ferðaleiðara, og at gjaldið fyri hetta fellir í fyrsta liði – tvs. beinleiðis til hagan. Somuleiði skulu teir bóndur, sum hava hug at reka eitt atknýtt ferðavinnuvirksemi gera hetta, og at taka eina hóskandi samsýning fyri brúkið av teirra lendi. Á henda hátt tryggja vit bygdunum ein munandi størri ágóða av ferðavinnuvirkseminum, enn hesar fáa í dag, har tað mesta av vinninginum endar hjá teim stóru føroysku operatørunum ella uttanlands.

Vit noyðast at skipa tey viðurskifti, sum í dag eru óskipað. Tí gera vit ikki tað, so hava vit brátt mist bæði okkara náttúru og okkara mentan, og harvið eisini mist okkum sjálvi sum fólk.

Bóndafelag Føroya
Óðalsfelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo