Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í  stálsettum solidariteti  við sjukrapleygirskum hevur man á Setri, blaðstjórnum, í kringvarpi og privatum málklubbum hóttað við at halda heilt uppat við at benda og seta "ð".

Granskað verður um granskarar á Debesar trøð hava koyrt báðar hendur í lumman og eru hildnir uppat við  at granska.

Fleiri dansifeløg hava gjørt av, at tey ikki trampa eitt einasta ørindi av Brókatátti og nokta "at telja jólini" í ár.

Flestu bindiklubbar í Suðurstreymoy hava lagt stokkarnar fyri veturin.

Fleiri fótabóltslið hava lovað, at tey ikki sparka nakran i november.

Allir guitarbólkar hava gjørt av at binda frið minst  annaðhvørt vikuskifti.

Hornblástra-lið nokta at halda gang, og kórsangarar verða múlabundnir.

Landslarmarin tónastreikar og steintigur í Havn, meðan sjálvur Landsmøsnarin illsliga hevur lagt blýantin frá sær í London. Hann hevur eisini hótt við einki at yrkja i eina heila viku.

Flestu málandi fólk hava demonstrativt lagt kustin og meiggja ikki meira í ár.

Loysingar hava lovað ikki at spilla danskarar út í 24 tímar!

Íverksetarar fara slett ikki upp ella til verka Suðuroyingar nokta at ferðast við Smirli.

Ministara-Siri býtir ongan kulturprís út í ein heilan mánaða.

Dennis hevur lagt alt holarbeiði frá sær fyri veturin og ætlar at loypa holið hjá heimasandsmonnum heilt um.

Spennandi og hugvekjandi ovursolidaritetur verður vístur av knáum eldrapleygarum, sum sleppa teimum gomlu og hjálparleysu út á geilar og nokta at mata, vaska og  pleyga, líka til nýggjársaftan.

Fleiri borgmeistarar hava lovað at stytta sinar røður niður i ein tíggjundapart fyri (heimafriðs skyld).

Døgurda-Páll hevur lovað ikki at eta aftur, fyrr enn hann á cyklu sleppur saman við fínans-Ruth gjøgnum Sandsholið.

Øll hesi herviligu fakligu prik leggja ómenniskjansligt trýst á Løgtingið, sum noyðist at steðga ôskilinum við einum brutalum provisorium, sum ikki má blíva jólatrøll.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo