Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Tað tyngir virksemið hjá nógvum fyritøkum, at politiska skipanin hevur hækkað munandi um fleiri gjøld.

Til dømis dýrkaðu orkugjøldini nógv, umframt at kostnaðurin av sjúkradagpeningarskipanina eisini varð hækkaður. Roknistykkið er einfalt:

Hækkaði gjøld á vinnuna geva færri íløgur og minni vøkstur.

Tað segði Jón Sigurðsson millum annað í røðu síni á Vinnudegnum fríggjadagin.

Nøkur góð stig tikin
Hann helt eisini, at samanumtikið hevur tað verið lítið framfýsni á vinnupolitiska økinum seinasta árið. Kortini vóru onkur góð stig tikin, hóast alt.

Fyri fyrstu ferð í nógv ár er lønarskatturin lækkaður, serliga hjá lág- og miðalløntum. Ynskiligt hevði verið, at hann var enn størri. Eisini eru fyrstu fetini tikin at javnseta skattingina, um tú arbeiðir í Føroyum ella tú arbeiðir uttanlands. Hetta, at lækka og javnseta lønarskattin hevur verið eitt ynski hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi í mong ár, so hetta fegnast vit sjálvandi um”, segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vinnukarmar í fremstu røð
Jón Sigurðsson vísti eisini á, at vit í Føroyum eiga at miða eftir at fáa teir allarbestu vinnukarmarnar. Tað er avgerandi fyri at økja um kappingarførið hjá Føroyum um at fáa fólk og fyritøkur at velja okkara land sum teirra stað at búgva og at virka. Og bara soleiðis økja vit um føroyska búskapin og vælferðina.

”Røddirnar um okkara skinkllutta búskap og eitt nýtt Exit Føroyar ræða. Kemur ikki ein broyting skjótt, so verða tað arbeiðsgevararnir og løntakararnir, sum mugu lyfta alla byrðina”, segði hann í røðu síni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo