Safari: Veðrið argaði eitt sindur, tá innleiðandi kappingin skuldi byrja fríggjakvøldið kl. 18. Har var so greytartjúkt í mjørka, at dómarar og nevnd blivu samd um, at útseta innleiðandi kappingina til leygardag kl. 13 og finalurnar til sunnundagin.
Men leygardag fyrrapart var sama skilið, so avgjørt var at flyta kappingina fram til kl. 15. Og hetta vísti seg, at vera ein góð avgerð, tí tá klárnaði, og veðrið gjørdist bara betri og betri.
10 finalur avgreiddar
Byrjað var við V1 finaluni, sum er fjórðgongd, og hana vunnu Knút og Kári við 7,2 stigum. Tað stuttliga var, at beint í hølunum á honum var kona hansara, Valborg, á Stæll, og tey skoraðu 7 stig. Hetta var teirra allarfyrsta kapping, so tað verður spennandi at fylgja við Valborg og Stæll komandi ár.
Síðani var B-finalan í tøltkappingini, T7, riðin. Vinnari gjørdist Oskar í Haraldstovu Weihe á Segull frá Kommu, so teir komu víðari í A-finaluna. Og tað gekst teimum so mikið væl í A-finaluni, at teir endaðu á einum 3. plássi.
Ein fantastisk T1 finala!
Triðja finalan á skránni var T1, sum er hægsta greinin innan tøltkappingar. Ikki óvæntað vann Knút Lützen á Kára frá Ásbrú, men tað heilt serliga var, at miðaltalið var ikki minni enn 8,11, sum er ótrúliga høgt og ikki sæð fyrr her á landi! Og í tí skjóta tøltinum skoraðu teir heili 9 stig frá øllum 5 dómarunum! So har bleiv søga skrivað bæði so og so. Ein ómetaliga glaður, eyðmjúkur og ikki sørt rørdur Knút segði, at hesum hevði hann vant fram ímóti í ikki minni enn 5 ár! So venjing og aftur venjing – bæði av rossi og reiðfólki – vísti seg at geva úrslit.
Ótrúliga spennandi verður at fylgja við hesum báðum, tá teir fara til HM í Hálandi seinni í ár.
Finalur fyri børn og ung
Børn upp til 15 ár og ung frá 16-18 ár ríða finalur fyri seg. V1 finaluna fyri ung vann Ester Dahl á Heygum á Vorboða frá Akurgerði, meðan Bjørk Láberg á Kóngi frá Tindsgarði vann T7 kappingina fyri børn.
Vann gull á 17 ára føðingardegnum
16 ára gamla Birna Jóanesarson á Gígi frá Steinnesi reið innleiðandi leygardagin við góðum karakteri, so A-finaluplássið var tryggjað. Sunnudagin fylti hon 17 ár, og kappaðist tí saman við teimum vaksnu fyri fyrstu ferð – og vann sostatt V5 fyri vaksin.
Spennandi F1 finala
Fimmgongdin, F1, er altíð spennandi, tí serliga skeiðið kann vera heldur avbjóðandi at fáa at rigga. Tað krevst, at ryttarin er øðiliga neyvur, tá hann "leggur" rossið í skeið, sum tað eitur. Tað má ikki vera ov tíðliga og ikki ov seint, tí skeiðað verður bert einar 60 metrar. Til hesa finaluna fingu tó allir 4 ryttararnir skeiðið at rigga. Vinnari gjørdist Valborg Hallursdóttir Laksáfoss á ryssuni Þórey frá Flagbjarnarholti við miðalkarakterinum 6,4.
Ester og Knút gjørdust ársins reiðfólk
Hvørt ár verða ársins reiðfólk kosin. Í ár vann Ester Dahl á Heygum heiðurin sum ársins unga reiðfólk. Tað hevur eisini gingið stak væl hjá 17 ára gomlu Ester í ár. Til hesa finaluna vann Ester V1 fyri ung, og harafturat gjørdist hon nummar 2, bæði í F1 og í T2. Ester fer eisini avstað saman við landsliðshópinum, sum fer til Hálands í august, har hon fer at kappast á spennandi hestinum Dalvar frá Dalbæ II.
Hjá teimum vaksnu var tað Knút Lützen, sum vann heiðurin.
Samreiðsteyp og røktarsteyp
13 ára gamla Bjørk Láberg vann hesa ferð røktarsteypið, meðan Knút Lützen vann samreiðsteypið.
Úrslitini í FM Safari uttandura kappingini gjørdust hesi:
T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 3 Heri Djurhuus Dahl og Brá frá Tjarnarstöðum
T2
Nr. 1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjálegu
Nr. 2 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
T7
Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 2 Sólrun Højgaard Poulsen og Rjóð frá Kjarri
Nr. 3 Oskar í Harldstovu Weihe og Segull frá Kommu
Barnaflokkur T7
Nr. 1 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði
Nr. 2 Jason Lützen og Ljómi frá Sólvangi
V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Stæll frá Skagaströnd
Nr. 3 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
V1 ung
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili
Nr. 3 Ranja HalsdóttirDjurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2
V3
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Prinsessa frá Tindsgarði
Nr. 2 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 3 Sólrun Højgaard Poulsen og Rjóð frá Kjarri
V5
Nr. 1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Lítlu-Tungu
Nr. 2 Birna Jóanesarson og Gígur frá Steinnesi
Nr. 3 Yrsa Halsdóttir Djurhuus og Grettir frá Blesastöðum
F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ II
Nr. 3 Gunrid Hansen og Embla frá Þjóðólfshaga 1
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo