Hægstirættur í USA skal nú taka støðu til, um fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, kann stilla upp til undanvalini til forsetavalið, har stóru flokkarnir finna síni valevni til sjálvt forsetavalið.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Áður hava tveir statir, Colorado og Main, boðað frá, at teir ikki loyva Trump at stilla upp, tí teir halda, at hann hevði ábyrgdina av álopinum á Kongressina 6. januar 2021. Trump hevur kært avgerðirnar.
Avgerðin sum hægstirættur tekur er galdandi í øllum statum í USA.
Tað eru tilsamans 9 dómarar í hægstarætti í USA, tríggir eru tillevndir av demokratiskum forsetum og 6 av republikanskum forsetum.
Hægstirættur fer at umrøða málið 8. februar.
Fleiri statir, teirra millum Colorado, hevur undanval longu í vár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo