Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

: Nevndin í KÍ hevur arbeitt við at finna nýggjan venjara í eina tíð, eftir at Magne Hoseth skifti til Lyngby. Og nú er sáttmáli gjørdur við norska venjaran Haakon Lunov, sigur KÍ.

Talan er um ein venjara við royndum í norskum fótbólti. 

Haakon Lunov, sum hevur UEFA A Pro Licence venjara útbúgving, hevur verið venjari og hjálparvenjari í bestu og næstbestu deildunum í Norra, hann hevur arbeitt við spælaramenning í bæði Celtic og í akademinum hjá Everton FC og hann er útbúgvin Bsc í vísindum og fótbólti. Nýggi KÍ venjarin hevur vitjað við Djúpumýru fyrr, tað var tá ið hann tók UEFA A Pro Licence útbúgvingina. Hann var í bólki saman við Mikkjali Thomassen, og tá vóru teir tríggjar dagar í Klaksvík til venjingar hjá KÍ, sum Mikkjal stóð fyri, og tí er ikki óhugsandi, at summir spælarar heilsaðu upp á Haakon Lunov tá. 

Nýggi venjarin er eisini við í tekniska toyminum hjá UEFA sum eygleiðari og greinari, og hann skrivar teknisku frágreiðingarnar frá Champions League og Evropa League. 

- Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. 

Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fara í gongd. Og 30. januar fer KÍ hópurin á venjingarlegu í Portugal sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, sum fer í gongd í mars.

Sáttmálin við Haakon Lunov er galdandi í trý ár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo