- Vit á Há-deildini á Giljanes skúla streykaðu fyri veðurlagsbroytingum. Vit krevja, at politikarnir taka hetta málið í álvara!
- Skjótt verður val, vit ungu hava ikki valrætt enn, so tað er upp til tey sum hava, at velja rætt.
- Vit hava uppiborið eina framtíð!
Tað var millum annað boðskapurin hjá teimum ungu á Há-deildini á Giljasnes skúla, tá ið tey streykaðu fyrrapartin í dag.
Tey boða eisini frá, at tey fara at streyka aftur komandi hósdag kl 10:00.
Tær sum skipaðu fyri eru Elin Sólvør á Løgmansbø og Krista Krossá Johansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo