Eftir at H71 var frammanfyri 13-10 í hálvleikinum fóru ukrainsku kvinnurnar veruliga avstað við sigrinum í seinna hálvleiki, tá tær fingu 4 mál uppá undir 4 minuttir ímeðan H71 onki mál fekk.
Tað dróg tó saman aftur ímillum liðini ímóti endanum, og dysturin endaði 27-26 til gestirnar úr Ukraina.
H71 hevði eins og EHF ynski um, at dysturin í kvøld skuldi vera tann avgerandi, men Galychanka vildi ikki hoyra talan um tað.
- Og tí bíða øll nú eftir, at tær halda orð og spæla ein dyst afturat, segði Ingi Olsen, venjari hjá H71 við Kvf.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo