H71 kvinnurnar, sum eru ávegis til Ukraina at spæla handbólt, eru fyribils strandaðar í pólska høvuðsstaðnum Warszawa. Danska uttanríkisráðið frámælir at ferðast til Ukraina vegna spentu støðuna og vandan fyri russiskari innrás.
Á facebookvanganum senda genturnar myndir og videobrot sum vísa, at hýrurin er góður og tær halda seg til reiðar til dystin.
Við Útvarpið segði Anna Dam, forkvinna í H71, at tær vóna at kunna spæla dystin í Póllandi, men enn er óvist um tað fer at lata seg gera.
- Vit hava boðað frá, at vit fara ikki til Ukraina beinleiðis ímóti boðum frá myndugleikunum, segði hon millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo