Havstovan: Reyðæti er í dvala í djúpum, køldum sjógvi um veturin. Í februar-apríl vaknar reyðæti, ferðast til ovaru løgini í sjónum og byrjar at gýta. Hendan fyrsta gýtingin er lutvíst stuðlað av feittgoymslum frá árinum fyri, men høvuðs eggframleiðslan um várið og summarið er í stóran mun tengd at nøgdini av tøkari føði (plantuætigróðuri). Stórur partur av reyðætinum um okkara leiðir kemur við yvirflotssjógvi úr Norskahavinum. Tað streymar ígjøgnum Bankarennuna, og verður so flutt inn á Landgrunnin í høvuðsheitum vestanfyri oyggjarnar. Reyðæti kann tó eisini hugsast at koma við streymum úr økinum sunnan fyri Ísland.
Nýggja greiningin vísir, umframt eina minking, at framleiðslan av eggum ikki er jøvn um Landgrunnin, men er størst í einum øki vestanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo