Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nú fara vit heim. Orðini anda av friði og vóngóðari væntan. Tað er ein vælsignað løta at koma heim til tað trygga og kenda. Mong okkara minnast barnaheimið í einum serstøkum og sælum ljósi. Foreldur, systkin og tað eldra ættarliðið. Tað var trygt, fjálgt og unniligt. Úti er gott, men heima er best.

Eyðvitað er altíð okkurt, ið kann verða betur. Mong myndin ber eina skeinu, ið tó á ongan hátt darvar heildina. Soleiðis er lívið. At liva er ein avbjóðing bæði góðar dagar og tær løtur, ið eru krevjandi. Vit eru lívsins málarar, ið skapa málningin, ið yngra ættarlið sær sum minnismynd.

Í viðing fyri ymisku umstøðum manna verður staðfest, at ikki altíð varð tað heimliga so heimligt.

Kringumstøðurnar órógvaðu. Forløg manna eru ein ógingin gøta, ið hin einstaki gongur á sín hátt og onkuntíð einsamallur. Sjúka, vanlagna og deyði órógva umstøður lívsins. Onkuntíð valdu vit næstringar okkara frá, og aðrar tíðir vórðu vit sjálv vald frá.

Skaldið á Brekkumørk, viðingurin Christian Matras, nemur í yrkingini “morgnar” lívsins loyndardóm, innihald og uppgávu.

Eg sum morgnarnir vitja
við sjógvi og oyggjum og loftið
eri um nøkur ár
ella fyrr
ikki til
Eri sum óføddur
eri sum ógitin.

Eg havi kent fólk
sum høvdu dýrar morgnar
við lívsins fylling og virði
fólk sum gingu við deyðanum í hondunum
og sum vistu tað.
Vart tú førur at veita øðrum morgnar
sum minnast.
1)

Spurningurin, ið skaldið setur, er viðkomandi. Tað er umráðandi, at vit eru hjástødd í lívinum. Løturnar á morgni kunnu skapa ta minnismynd, ið yngra ættarlið hyggur at við heitum kenslum og takksemi, tá ið hin hvíta kistan verður borin hin seinasta morgunin. Tá ið tað kvøldið kemur er eingin løta í morgin saman við tí, ið fór.

Kristnin vitnar um og prædikar Guðs fjálgu hjáveru. Inn í ein umskiftiligan gerandisdag gav Guð einborna son sín til tess, at vit í tí heimliga, sum hóast alt kann kennast sum ein útlegdartíð, kunnu nema friðin úr tí ævinliga heimlandinum. Sonurin Jesus ber okkum ikki einans rákan av Guðs ævinleika. Hann ber okkum Guðs sælu og dýrd, ja er tann heimligi ævinleikin í tíð og samtíð.

Í trúnni á Jesus fáa vit lut í tí æviga lívinum. Við hesum førningi kunnu vit seta dám á tilveruna og mynda tær løtur, ið vónandi kennast medmenniskjum okkara gagnligar, ríkar og unniligar.

Vit hava møguleikan at skapa nakað gott. Vit kunnu seta lit á tilveruna og nøra um góðsku og lívsgleði.

Jesus er ljós heimsins, – tann sólin, ið ongantíð setur seinastu ferð. Hon roðar í eystri næsta morgun og skapar løtur, ið minnast.

Jesus opinberar Guðs hugsan, veg og ráð. Guð setti sær fyri at fáa mannaættina heimaftur. Okkara fyrstu foreldur, Ádam og Eva, valdu í aldingarðinum Eden at seta Guðs fyriskipan til viks. Vit vendu Guði baki, og mannaættin varð sett í útlegd uttanfyri aldingarðin.

Í Jesusi Kristi fáa vit eina innbjóðing. Nýggja Testamenti lýsir Guðs kærleika. Tann himmalski faðirin sendur sonin í heimin sum boðbera og frelsara. Komið heimaftur, komið aftur til faðirhúsið, ta heimligu gleðina, hvíldina og friðin.

Kristnin hevur staðfest sannleikan, ið Prædikarin segði fyri skjótt 3.000 árum síðan. “Alt hevur hann (Guð) gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men tó so at menniskjan ikki er før fyri at skilja tað verk, sum Guð ger, frá upphavi og til enda.” (Prædikarin 3,11).

Lívið er ongantíð ein sjálvfylgja, og tað er ikki altíð lætt at vera menniskja. Bæði likamligir, sálarligir og sosialir førleikar kunnu vera víkjandi.

Ein kvinna, ið sosialir myndugleikar mettu minni dugandi sum mamma, doyði í búnum aldri. Børnini høvdu havt avmarkað samband við mammuna, og umhvørvið metti viðurskiftini kaldlig.

Stutta tíð áðrenn hon doyði, vóru børnini til morgundrekka heima hjá mammuni. Afturlítandi vórðu orð sett á tilveruna og í sorgblídni varð tikið saman um. Tøgnin varð brotin, og opinleikin var sálarbót.

Heitt var á prest um at hava eina jaliga lýsing av mammuni til jarðarferðina uttan at fjala sannleikan.

Tey avvarðandi ynsktu at steðga varð við henda serstaka morgunin.

Vit hava ein gyltan møguleika. Alla ta tíð lív er, kann nakað gott spyrjast burturúr. Eisini hin seinasta løtan skapar framtíðina.

“Í dag kanst tú gleða eitt menniskja. Í dag kanst tú liva soleiðis, at onkur í kvøld takkar Guð fyri, at tú ert til.” 2)

Amen.

Orðið: “Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum.” (Seinna Koritnbrævið 5,1).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:

1)    Christian Matras, Á hellu eg stóð, Emil Thomsen hevur givið út, Tórshavn 1972, bls. 52.

2)    Tekstur á eini mynd. Upphavið er mær ókent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo