Seinnapartin var samkoma fyri Gunvør á Lava, har hon fekk handað heiðursmerki frá Hennara Hátign Margrethu Drotning fyri trúgva tænastu.
Samkoman var fyri starvsfeløgum í Sankta Frans Skúla, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, handaði Gunvør á Lava heiðursmerkið fyri trúgva tænastu í forskúlanum í samfull 40 ár.
Gunvør byrjaði í forskúlanum hjá nonnunum tann 16. august 1979.
Á samkomuni fekk Gunvør eisini borið fleiri heilsanir frá starvsfeløgum, og borgarstjórin segði eisini nøkur orð.
- Gunvør er ein fongur fyri arbeiðsgevaran, tí trúføst starvsfólk av hesum slagnum við so mongum og drúgvum royndum hanga ikki á trøunum.
- Tú verður av øllum starvsfeløgum søgd at vera sera pliktuppfyllandi, vælgjørd og skapandi. Tú ert sera góð við børnini og hevur barnatekki sum fáur, sagt verður, at børnini elska teg yvir alt, hóast tú eisini kann vera bæði strang og striks.
- Tú ert gift Bent og eigur 2 børn og ein ommuson. Tit búgva í vesturbýnum og hava stóran hava, sum tú gongur høgt uppí, og eisini dámar tær væl at binda. Tú og Bent eru kampistar og dáma sera væl at kampa bæði innan- og uttanlands.
- Starvsfelagarnir siga um teg, at tú ert ein fyrimynd í forskúlanum, og at tú ert ein mentanarberi av nonnusiðvenjunum – og tað haldi eg, tú eigur at taka sum eitt stórt herðaklapp. Tí har eru ikki so fáar siðvenjur, sum hava tænt fólki væl.
- Hetta er eitt langt tíðarskeið at virka fyri sama arbeiðsgevara og kundi bent á, at tú hevur trivist sera væl í starvinum. Men eitt so langt tíðarskeið útloysir eisini eina aðra viðurkenning, sum bert tey fáa, sum hava verið so trúføst sum tú.
Fleiri myndir eru at síggja á Facebook hjá Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo