Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í gjárkvøldi bórust boðini um, at Gunnar Hoydal var farin, 79 ára gamal. Gunnar var virkin á so mongum økjum, sum arkitektur, rithøvundur, ráðgevi og sera virkin í mentanarlívinum.

Gunnar Hoydal var Hoyvíkar kirkju ein hollur stuðul og ráðgevi. Í 1983 heittu bygginevndin fyri Hoyvíkar kirkju, saman við Arkitektafelag Føroya, á Gunnar um at skipa fyri eini føroyskari arkitektakapping um kirkju í Hoyvík. Hann varð limur í dómsnevndini og seinni limur í bygginevndini.

Í fyrstu syftu kom stígur í ætlanirnar, grundað á kreppuna fyrst í nítiárunum. Men ár 2000 vórðu byggiætlanirnar tiknar uppaftur og varð Hoyvíkar kirkja vígd 4. november 2007. Øll hesi ár var Gunnar kirkjuni ein hollur stuðul og ráðgevi. Hetta gjørdi hann helst av tokka til Hoydalar og Hoyvík, tí sum hann skrivar einaferð til bygginevndina: “Hoydalar og Hoyvík er eitt slag av barnalandi og heimbygd fyri meg.”

Grundarsteinsskjalið skrivaði hann, og kirkjuráðið heitti eisini á hann um at yrkja orðini, ið skuldu standa á kirkjuklokkuni. Lítillátin vísti hann hesum í fyrstu syftu frá sær, men kom so aftur við hesum reglum, sum eru ristar í kirkjuklokkuna í Hoyvíkar kirkju:

UM BYGDAN HAGA,
VÍK OG DAL,
Í LJÓSINS VERKI
EG LJÓÐA SKAL

Takk fyri alt, Gunnar.

Hoyvíkar kirkjuráð

“Ver hjá, tá ið skýming fellur,
tú kæri faðir og Guð,
og paradísljósið vellir
úr náttarslúsum út”

B. S. Ingemann/Gunnar Hoydal týddi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo