Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FM innandura á 15 metrum 2024, gentur barbogi. Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot), silvur, Marta B. Poulsen (Ørvur), gull, og Eva Kjærbo (Team SuðurSkot), bronsa

FM innandura á 15 metrum 2024, dreingir compound. Jónas B. Poulsen (Ørvur), silvur, Dávid Højgaard (Ørvur), gull, og Narvi Jensen (Ørvur), bronsa

FM innandura á 15 metrum 2024, dreingir recurve. Jón Sjúrður Jóhansson vann FM-gullið uttan mótstøðumann, men tað forðaði honum ikki at seta sítt persónliga kappingarmet í innleiðandi umførunum

Bogaskjótisambandið: Sum altíð var kappingin hjá compound-dreingjunum tøtt og spennandi, tá FM í 15 metra frástøðu var í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin.

Eins og í FM í 12 metra frástøðu í Miðvági 2. mars vóru tað teir tríggir Dávid Højgaard, Jónas B. Poulsen og Narvi Jensen, allir úr Ørvi, sum dystaðust. Hesa ferð var tað Dávid, sum vann innleiðandi kappingina og beinleiðis pláss í finaluni, meðan Jónas og Narvi sum ávikavist nummar tvey og trý skuldu í hálvfinaluduell um hitt finaluplássið.

Tað bleiv ein tættur dystur, men endin var, at Jónas vann við einum stigi, 138 – 137.

Jónas, sum annars hevur verið ígjøgnum eitt heldur lakari tíðarskeið, tykist vera komin fyri seg aftur, nú vetrarkappingarskráin endar, og hann gav eisini Dávidi harða mótstøðu í finaluni. Eisini tann duellin endaði við bara einum stigi á muni, 143 – 142 til Dávid.

Dávid vann tískil FM á metrum, eins og hann vann FM á 12 metrum í Miðvági, men Jónas fór hesa ferð avstað við silvrinum og býtti tískil um pláss við Narva samanborið við FM á 12 metrum.

Genturnar við barboga vóru bert tríggjar hesa ferð, og Sólvá Reynskor, ið vann bronsu á 12 metrum var ikki við.

Marta B. Poulsen úr Ørvi var aftur í serflokki. Hon vann ein tryggan sigur í innleiðandi kappingini og tryggjaði sær tískil annað finaluplássið, meðan Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot) og Eva Kjærbo (Team SuðurSkot), sum blivu ávikavist nummar tvey og trý í innleiðandi kappingini, skuldu skjóta í hálvfinaluni.

Natalia vann hálvfinaluna 6 – 0, men í finaluni mátti hon lúta 1 – 7 ímóti Martu. Plaseringin hjá teimum báðum bleiv sostatt tann sama sum í FM á 12 metrum, meðan Eva bleiv nýggjur bronsuvinnari.

Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, hevur tikið seg nógv fram í seinastuni, og hann vann á Brandi Tummasson Hansen í kappingini um FM á 12 metrum 2. mars. Leygardagin vann hann aftur gull, tó hesa ferð uttan mótstøðumann.

FM innandura á 15 metrum 2024, dreingir compound. Jónas B. Poulsen (Ørvur), silvur, Dávid Højgaard (Ørvur), gull, og Narvi Jensen (Ørvur), bronsa

FM innandura á 15 metrum 2024, dreingir recurve. Jón Sjúrður Jóhansson vann FM-gullið uttan mótstøðumann, men tað forðaði honum ikki at seta sítt persónliga kappingarmet í innleiðandi umførunum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo