Sørvágs Ítróttarfelag: FM fyri tey yngru er liðugt og av 8 møguligum vann SÍ 6 føroyameistaraheiti og 2 silvur.
Kl 20.30 í gjárkvøldið komu medaljubørnini aftur úr Suðuroy.
Hópur av bilum í larmandi rekkjukoyring runt bygdina, sum endaði á skúlanum til stóra móttøku við fýrverki.
Borgarstjórin og formaðurin í Sí hildu røðu fyri teim ungu og kommunan bjóðaði okkurt til matna.
Søguligt vikuskifti fyri SÍ, sum endaði við ovurfagnaði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo