Gullak Arngrímsson Madsen, sum er ættaður úr Kvívík, er nú ríkasti reiðari í Danmark.
Tað skrivar Søfart við støði í einum lista sum Økonomisk Ugebrev ger yvir 100 tey ríkastu í Danmark.
Samlaðu ognirnar hjá Gullaki Madsen eru uppgjørdar til 2,6 milliardir krónur, og so ríkur er ongin annar reiðari í Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo