Einar's Distillery: Einar's GIN hevur vunnið Gull fyri góðsku og smakk.
Í altjóða smakkikapping fyri hágóðsku GIN ´London dry Gin´, hevur Einar´s Gin vunnið Gull.
- Síðani 2015 hava vit á Einar's Distillery lagt nógva orku í góðsku og røttu samansetingina av vistfrøðiligum urtum til Einar´s GIN.
Einar's Gin fekk í blindsmakkingini, besta skotsmál `GULL` frá smakkidómarunum fyri - góðsku og smakk.
- Hettar er sera hugaligt við einum herðaklappi, siga starvsfólkini á Einar's Distillery, ið hvønn dag stremba eftir at gera GIN í heimsklassa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo