Einar´s Distillery: Flótandi Gull ella Liquid Gold, soleiðis málber kendur Whisky ummælari seg, um gyltu droparnar frá Einar´s Whisky, nr 12.
Ternan er fimmta útgávan í fuglarøðini frá Einar´s Distillery.
Flytifuglurin Ternan (Sterna Pardisaea) flýgur nógvar km til Føroya at reiðrast nú í mai.
Hendan serliga útgávan fær sera góð skotsmál 94.5/100.
Frá Einar´s Distillery verður sagt, at tað er ein stórur heiður, at fáa gullheiðursmerki í `The Whisky Bible`.
Ternan, 55% vol
Smakkurin av hesi útgávuni er várkendur, við einum farra av tropiskum fruktum, vanilju og nógvum maltsøtleika.
Føtini til hesa útgávuna eru serlig. Eitt ljóst Bourbon- og tvey myrk Oloroso sherry føt. Føtini eru vald við nærlagni og við íblástri frá litinum á Ternuni.
Ternan verður til keyps í avmarkaðari nøgd í mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo