Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bindifestivalurin: Ullarteltið er eitt ókeypis tilboð til allar Føroyingar og er ikki tenkt at sjálva Bindifestialinum”, sigur Sólgerð Joensen, ein av fyriskiparunum av Bindifestivalinum. ”Flest fólk hava hoyrt orðatakið Ull er Føroya gull, og tað er ikki uttan orsøk. Ullin hevði jú eins stórt virði og gull, og var við til at halda føroyingar heitar og turrar í mong ár. Nú vita vit, at stórar mongdir av ull verða burturbeindar á hvørjum ári, og alsamt færri føroyingar duga at handfara ullina, og tað halda vit vera spell. Tískil valdu vit at lata upp eitt ullartelt, meðan Bindifestivalurin er, har vit handfara ull burturav, og har øll kunnu síggja hvussu ullin sær út, luktar og følist, áðrenn hon verður tilgjørd – tey sleppa at hava gull millum hendurnar”, sigur Sólgerð.

Ullarteltið fer at standa á parkeringsøkinum við Bókasavnið í Fuglafirði og verður opið hvønn dag, meðan Bindifestivalurin er tann 20.-22. apríl, frá kl. 10 til 17. ”Vit fara at hava ókeypis verkstovur í teltinum, har tú kanst royna at spinna tær ein lítlan enda á handsnældu, karða og binda beint úr ullini. Hesar verkstovir verða bara hálvan tíma til longdar, so tú kanst royna fleiri verkstovur, um tær lystir.” sigur Sólgerð. ”Afturat ullini og verkstovunum verður ein kaffikrókur í teltinum har til ber at keypa sær ein duss við onkrum afturvið og hevur tú fingið blóð uppá tonnina, kanst tú ogna tær bøkur um binding og ull at taka heim við,” sigur Sólgerð at enda.

Hetta er 8. árið á rað at Bindifestivalurin verður í Fuglafirði og í ár er yvirskipaða evnið ’uppá føturnar’, har dentur verður lagdur á tað at binda uppá føturnar. Skráin er fjølbroytt við gongutúrum og áhugaverdum fyrilestrum um eitt nú matvanar, matoyðsl, politiska haturstalu, familjulív, kvinnur í sangum, lívsavbjóðingar/møguleikar, arkitektur, list, náttúruna og dipping. Eisini eru onnur almen, ókeypis tiltøk, so sum fyrilestur á bókasavninum og aftankvirra í kirkjuni í Fuglafirði. Til ber at síggja alla skránna á bindifestival.com og at fylgja við á Facebook og Instagramsíðuni hjá Bindifestivalinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo